• NEWS
  • TOUR DATES
  • ABOUT
    • CONTACT
  • DISCOGRAPHY
  • LYRICS
  • VIDEOS

gudrid

Sýrublað

Detaljurnar

Í gjáranátt 

læt eg sum um eg svav 

tá tú komst heim frá arbeiði

tú sníkti teg inn

mussaði meg á kjálkan

smoygdi teg út 

aftur ígjøgnum hurðina 

eg tori ikki at 

siga við teg 

at eg eri øvundsjúk

og at eg eri bangin 

fyri at eg óttist at ræðast teg 

eg ofri so nógv

góði, tú ert heilt tætt 

upp at mær 

allar detaljurnar

sum tú elskar 

tú ert sum eg

eg tori ikki at 

siga við teg 

at eg eri øvundsjúk

og at eg eri bangin 

fyri at eg óttist at ræðast teg

Sitrus
Eg smakki brús

á tunguni

tá fingurin á tær 

nærkast mínari nøs

ein gylt aura

sum prikar meg

í kjarnuni

áðrenn tú nertur meg

eg eri sukursøt

bít eitt sindur fastari í vørrina 

smakka sýrublaðið ytst á tunguni

regnið er tað einasta vit síggja 

tá vit blunda 

minnist tú tað? 

brúsið er sitrus

rennur oman í

lúsakullluna

eg verði hjá tær

minnist tú til tað?

bít eitt sindur fastari í vørrina 

smakka sýrublaðið ytst á tunguni

regnið er tað einasta vit síggja 

tá vit blunda 

minnist tú tað? 

Oyralippan

Oyralippan á tær 

smakkar av søltum sjógrasi

við rundum kolli 

tit hava líknandi lit

tú sleppir vørrini 

spyr hví eg haldi andanum

tú sært á mær

fruktin á sjógrasi er lokahylkið

anda, góði kom uppundan aftur

slepp, eg eri her 

teskar tú

anda góði kom upp undan aftur

slepp, eg eri her

teskar tú 

– – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – 

vit liggja í seingini.  Eg merki teg bíta undirvørrina. Eg ísni um bringuna, nakað sum hasa ferðina, tú veitst, tá vit dyppaðu við Sandágerði. Eg fekk ikki komið upp, tú stóðst fyri ovast á stiganum. 

– – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – 

Anda tíggju ferðir 

sigur tú

eg fái ilt um hjartað

eg sprelli við beinunum 

bibburnar merkja taran undir mær

anda, góði kom uppundan aftur

slepp, eg eri her 

teskar tú

anda góði kom uppundan aftur

slepp, eg eri her

teskar tú 

Reyðir kjálkar 

Uttast uppi á Vørðufelli                   

samdrigið og vátt

tú hyggur inn í kamerað

kaldur um eyguni

heldur fløskuni

í tveimum hondum sum hugsar tú 

tak myndina, so kunnu vit fara 

tú stendur á hondunum á Breiðásandi

beru beinini fjald í sjóvátum sandi

sólin brennur

aftan fyri Tindhólm

sandkornini eru enn í lummunum

reyðir kjálkar sum minnast

og ferðast ímillum hendurnar 

aftur og fram, til tú kemur nærri at mær

eikikambarnir breiða seg spakuliga 

út úr runnunum

millum tveir steinar

tú í slitnum keppi

í haganum 

leggur teg á mína bingu

reyðir kjálkar sum minnast

og ferðast ímillum hendurnar 

aftur og fram, til tú kemur nærri at mær

og vit skála við termokoppunum

reyð, ísakøld knø á sandinum

lør, sum vilja inn í hitan aftur

Loðbressan

Tú býrt í kulluni á mær

í heitu moldini 

lilla og gulur

tú fert í lyngheiðar at leggja teg

songin er mýrumosi 

grønur og gulur

loðbressan teskar: hann kemur aftur við sólini

loðbressan teskar: hann kemur aftur við sólini

soleiðis liggur tú í ljósi

í songini 

húðin gulbrún á liti

heystbúgvin í nátt

loðbressan teskar: hann kemur aftur við sólini

loðbressan teskar: hann kemur aftur við sólini

Grús

Hví eri eg so bangin fyri at liva

hvat um okkurt hendir mær nú

hvat nú um hattar grúsið í skónum 

melur ímóti fótunum

skervur rýkur í høvdinum

stúri fyri rørum og slangum

so kaldar ígjøgnum húðina

gásarhold av teimum

húðin hon hitast av sólarljósi í stovuni

men brádliga bankar myrkrið uppá

og veruleikin er fjarðari enn nakrantíð 

hví ræðist eg so?

hví svingar óttin móti beinunum

sum at vera í stilvum uttan hosur

sum skava inn móti húðini

altíð grús í teimum 

veit, tú goymir teg í hvørjum skógvi

myrkareyður, klárur at prika 

tú kanst ikki pussa steinin 

púra óttaleysan

húðin hon hitast av sólarljósi í stovuni

men brádliga bankar myrkrið uppá

og veruleikin er fjarðari enn nakrantíð 

hví ræðist eg so?

lær meg at liva

lær meg at elska

lær meg at tora

tora at tora

Epoxyprimer

Eg leiti eftir tær á steininum

ovast á heygnum

síggi eg yvir á havnarlagið

skipini sum liggja á dokk

við fleiri monnum undir sær 

tungir dyppa penslarnar

niður í reyða máling 

og syrgja ein elskara

sum Akilles

meðan hann lá í ørmunum

á sínum elskara Patroklus

ið var farin um sýn

olja er í luftini eg lukti tað

eg síggi fyri mær at eg renni

oman á bedingina

hjálpi til og vit øll mála ør 

lata sveitta í málingina

vóna skútan livnar aftur

hesin reyði liturin úr

epoxyprimer sum forðar øllum

lítlum smáverum ið leita

eftir symbiosu at festa seg

katastrofuklár skal hon ?

Vit bæði

Vit bæði

liggja á Breiðagrasi 

síggja ein hegra

sum flýgur móti Tindhólmi

tú tekur í 

armin á mær 

skrykkir meg upp 

vilt suður aftur til Havnar

Uttan meg


Eg kenni á mær

at tær leingist burt

tá eg haldi um teg

eg síggi at

tú heldur andanum

eri bangin fyri at eg

eri fallin fyri at gráta

tá tú heldur um meg 

upp á ein serligan máta

planleggur tú framtíðina uttan meg?

Tað tykist sum um 

eg má gráta

fyri at fáa tað eg vil hava

hitan millum okkum

planleggur tú framtíðina uttan meg?

  

Gult myrkur

Á 

eg misti mítt hjarta í ánni 

og vit sótu har og tú segði 

nú er vatnið silvur í ánni 

og vit sótu har tá tú segði 

eg gloymdi mín tanka í ánni 

vit vassaðu har og tú segði 

nú eru skýggini húð 

vit vassaðu har tá tú segði 

eg fann eitt spegl í ánni 

og vit hugdu har og tú segði 

nú er ljósið vátt í ánni 

vit hugdu har tá tú segði 

 

eg sá morgunin í ánni 

vit vaknaðu har og tú segði 

nú er áargrótið leyv 

vit vaknaðu har og tú segði 

vit vóru næstan ung í ánni 

vit svumu har og tú segði 

nú er náttin sól í ánni 

vit svumu har tá tú segði 

  • Blátt myrkur 

skuggi, eyga og húð nú 

eg ætlaði at siga tað sum tað var 

tíðin sakk og tað sást tú       

tað vóru ongar løtur har 

gloyma gloyma at svara  

tú minnist allatíðina 

tú má lata taðfara 

tú bíðar inn í náttina 

tú tekur meg við tær  

niður í tað bláa 

og morgunin druknar okkum aftaná 

tú tekur meg við tær  

niðurí tað bláa 

og allir dagar fossa myrkur yvir í meg  

koma morgun og tú nú 

eg ætlaði at vísa tær hvør eg var 

ljósið sakk og tað sást tú       

tú saknaði mítt andlit har 

gloyma gloyma at læra 

eg haldi at eg segði tað       

tú má lata meg fara 

eg eri farin óansæð 

  • Hús 

innlýsandi 

húsið broytir seg 

ting sum tú átti eiga meg 

rúmini 

opin og ljósið er 

sansi eg teg 

øll klæðini 

møblarnir eru livandi 

kamarið 

vindvilla útsýnið 

royni eg  

at lata vera við 

at føla teg 

royni eg  

at lata vera við 

at sakna teg 

ein tími er ein dagur er ein máni er eitt ár  

sjálvljóðandi 

lagið broytir seg 

gitarin minnist eisini 

streingirnar 

alt tað tú lærdi meg 

royni eg  

at lata vera við 

at føla teg 

royni eg  

at lata vera við 

at sakna teg 

ein tími er ein dagur er ein máni er eitt ár aftrat 

  • Træ 

í dag 

hati teg eitt sindur 

og diskussión 

røddin ein knívur 

karvar meg upp 

í dag 

drepur meg eitt sindur 

drøj illusión 

tímarnir hvassari 

spretta meg upp 

  

húðin er tunn sum eitt blað 

gloyma vit tað 

spennir seg út yvir monstrið í mær og tær 

  

í dag 

vaksur eitt træ 

klatra vit har upp 

útsýnið út 

fellur eitt træ 

detta vit niður 

útsýnið út 

spreingist eitt træ 

í dag  

vaksur eitt træ 

  

í dag  

angra vit eitt sindur 

komplikatión 

læsa vit munnin 

knasa øll orð 

í dag 

skræðir okkum sundur 

revolutión 

kanska verðin av nýggjum í dag  

  • Appilsin 

vit leiddust runt í stórbýnum í regni í apríl 

vit funnu lívd frá vindinum, cafe og góða tíð 

vit fingu okkum toast og te, eg kitlaði tín arm  

og eg minnist bleyta húð  

eg minnist bleyta húð 

eg minnist bleyta húð 

men tú minnist larm 
 

vit runnu millum bláklokkurá grønum hagalendi 

tvey hjørtu rist í lotinum, eitt summar, eingin endi 

vit gingu framvið vøtnunum og viltust millum skýggj 

og eg minnist pílatrø 

eg minnist pílatrø 

eg minnist pílatrø 

men tú minnist mýggj 

vit spákaðu á torginum í sponskum hitastigum 

ein røð av sølubásum, djúsut frukt í alskyns litum 

og romantikkin áttuvit, sum øll forelskað pør 

og eg minnist appelsin 

eg minnist mandarin 

eg minnist klementin 

men tú minnist støv 

og heystið kom, øll bløðini, og síðan vetrarfrost 

men gjøgnum vár og summarið vit mussaðu hvønn koss 

og nú vit mugu livavið at minnast tað sum var  

tí eg minnist eyguni 

eyguni sum sóu meg 

tú gloymdi alt um meg og teg 

  • Barn 

í tøttum ælaveðri sovnar tú 

nei ongan skund, mítt eyga blundar nú 

og tá túeina ferð vakir meg 

er dagur dropaljóð á meg og teg 

títt fína andlit, kom og heilsa mær 

tú hoyrir meg, eg syngi fyri tær 

eg peiki gongustjørna, vísi hvar  

tú kallar skýggini og nertir fingrarnar 

eg vildi ynskt tær endaleysa tíð 

við góðum fjøllum, ættin blíð 

har allir tímar ganga lætt um sól  

har vit kenna bara løtuna, sum hon fór 

tá sólarstormar vaksa størri her 

tá lendið bloytir fyrstu skógvarnar hjá tær 

túpeikar gongustjørna, vísir hvar 

tú kallar skýggini, nertir fingarnar 

  • T-shirt  

eg minnist tín stíl 

tína t-shirt og jeans 

og asfaltið broytti seg 

tá tú spákaði 

eg minnist títt smíl 

verðins besta klisje 

og dagarnir opnaðu seg 

tá tú flennti 

tí tú  

eigur tað ljós  

sum setur seg fast í meg  

eg veit at alt er sagt, tað er heilt okay, hey  

eg veit at alt er sagt 

eg minnist tína rødd 

eitt sjarmerandi hey 

og orðini súrepli 

tá tú segði tey 

eg minnist tíni eygu 

sóu inn í mítt sinn 

sekundini blinkaðu 

tá tú filmaði 

tí tú  

eigur tað ljós  

sum setur seg fast í meg  

eg veit at alt er sagt, tað er heilt okay, hey  

eg veit at alt er sagt 

  • Gult myrkur 

tað er henda svarta aldan innaní     

og míni bein sum allatíð ivast                               

náttúran sum tyngir meg innaní                                        

og støðini við vátum nøvnum                                    

tað er ein bók um ljós innaní                

og mínar hendur sum blaða og blaða            

myndir í bakspeglinum innaní 

og alt eg sá aftaná  

tað er telefonin sum lýsir á títt andlit innaní 

og kvøldið, býurin, filtur  

tað eru dreymar av bleytum gróti innaní 

eitt grýtut tankalendi  

dagar av reyðum silki innaní 

spunnir úr træðrum og tíð 

tað eru orð sum líkjast haga innaní 

á opnari bókstavajørð 

nætur við gulum myrkri innaní 

og bylgjur av gloymdum svøvni 

tað eru orð sum stroya saltið á  

og bíta í svíðandi hjarta 

tað er mánin sum lýsir á títt andlit innaní 

og eingin ilt at anda 

tað eru vøtnini og blikastilli innaní 

at grynna á djúpinum 

tað eru veingjastøv og sannleiki innaní 

Ljós

um tú kemur inn  

gev tá skuggunum ró  

um tú kemur inn  

skumpa tímarnir fram  

um tú kemur inn  

kasta sjógvin til brim  

um tú kemur inn  

gev tá minninum flog 

um tú kemur inn  

slætta orðini út  

um tú kemur inn  

lat alt tað ljóðleysa tiga  

lat tá sólina gosa  

lat tá ljósið bráa  

lat saknin skýma yvir allan iva 

lat allar dagarnar bíða  

um tú kemur inn  

lat meg kenna ein vin  

um tú kemur inn  

lær meg grepini  

um tú kemur inn ver eina løtu aftrat 

lat tá sólina gosa  

lat tá ljósið bráa  

lat saknin skýma yvir allan iva 

lat allar dagarnar bíða  

um tú kemur inn  

sig mær frá tá tú fer  

tað seinasta eg segði  

fór við tær avstað 

  

Gudrid.fo 2026