Detaljurnar
Í gjáranátt
læt eg sum um eg svav
tá tú komst heim frá arbeiði
tú sníkti teg inn
mussaði meg á kjálkan
smoygdi teg út
aftur ígjøgnum hurðina
eg tori ikki at
siga við teg
at eg eri øvundsjúk
og at eg eri bangin
fyri at eg óttist at ræðast teg
eg ofri so nógv
góði, tú ert heilt tætt
upp at mær
allar detaljurnar
sum tú elskar
tú ert sum eg
eg tori ikki at
siga við teg
at eg eri øvundsjúk
og at eg eri bangin
fyri at eg óttist at ræðast teg
Sitrus
Eg smakki brús
á tunguni
tá fingurin á tær
nærkast mínari nøs
ein gylt aura
sum prikar meg
í kjarnuni
áðrenn tú nertur meg
eg eri sukursøt
bít eitt sindur fastari í vørrina
smakka sýrublaðið ytst á tunguni
regnið er tað einasta vit síggja
tá vit blunda
minnist tú tað?
brúsið er sitrus
rennur oman í
lúsakullluna
eg verði hjá tær
minnist tú til tað?
bít eitt sindur fastari í vørrina
smakka sýrublaðið ytst á tunguni
regnið er tað einasta vit síggja
tá vit blunda
minnist tú tað?
Oyralippan
Oyralippan á tær
smakkar av søltum sjógrasi
við rundum kolli
tit hava líknandi lit
tú sleppir vørrini
spyr hví eg haldi andanum
tú sært á mær
fruktin á sjógrasi er lokahylkið
anda, góði kom uppundan aftur
slepp, eg eri her
teskar tú
anda góði kom upp undan aftur
slepp, eg eri her
teskar tú
– – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – –
vit liggja í seingini. Eg merki teg bíta undirvørrina. Eg ísni um bringuna, nakað sum hasa ferðina, tú veitst, tá vit dyppaðu við Sandágerði. Eg fekk ikki komið upp, tú stóðst fyri ovast á stiganum.
– – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – –
Anda tíggju ferðir
sigur tú
eg fái ilt um hjartað
eg sprelli við beinunum
bibburnar merkja taran undir mær
anda, góði kom uppundan aftur
slepp, eg eri her
teskar tú
anda góði kom uppundan aftur
slepp, eg eri her
teskar tú
Reyðir kjálkar
Uttast uppi á Vørðufelli
samdrigið og vátt
tú hyggur inn í kamerað
kaldur um eyguni
heldur fløskuni
í tveimum hondum sum hugsar tú
tak myndina, so kunnu vit fara
tú stendur á hondunum á Breiðásandi
beru beinini fjald í sjóvátum sandi
sólin brennur
aftan fyri Tindhólm
sandkornini eru enn í lummunum
reyðir kjálkar sum minnast
og ferðast ímillum hendurnar
aftur og fram, til tú kemur nærri at mær
eikikambarnir breiða seg spakuliga
út úr runnunum
millum tveir steinar
tú í slitnum keppi
í haganum
leggur teg á mína bingu
reyðir kjálkar sum minnast
og ferðast ímillum hendurnar
aftur og fram, til tú kemur nærri at mær
og vit skála við termokoppunum
reyð, ísakøld knø á sandinum
lør, sum vilja inn í hitan aftur
Loðbressan
Tú býrt í kulluni á mær
í heitu moldini
lilla og gulur
tú fert í lyngheiðar at leggja teg
songin er mýrumosi
grønur og gulur
loðbressan teskar: hann kemur aftur við sólini
loðbressan teskar: hann kemur aftur við sólini
soleiðis liggur tú í ljósi
í songini
húðin gulbrún á liti
heystbúgvin í nátt
loðbressan teskar: hann kemur aftur við sólini
loðbressan teskar: hann kemur aftur við sólini
Grús
Hví eri eg so bangin fyri at liva
hvat um okkurt hendir mær nú
hvat nú um hattar grúsið í skónum
melur ímóti fótunum
skervur rýkur í høvdinum
stúri fyri rørum og slangum
so kaldar ígjøgnum húðina
gásarhold av teimum
húðin hon hitast av sólarljósi í stovuni
men brádliga bankar myrkrið uppá
og veruleikin er fjarðari enn nakrantíð
hví ræðist eg so?
hví svingar óttin móti beinunum
sum at vera í stilvum uttan hosur
sum skava inn móti húðini
altíð grús í teimum
veit, tú goymir teg í hvørjum skógvi
myrkareyður, klárur at prika
tú kanst ikki pussa steinin
púra óttaleysan
húðin hon hitast av sólarljósi í stovuni
men brádliga bankar myrkrið uppá
og veruleikin er fjarðari enn nakrantíð
hví ræðist eg so?
lær meg at liva
lær meg at elska
lær meg at tora
tora at tora
Epoxyprimer
Eg leiti eftir tær á steininum
ovast á heygnum
síggi eg yvir á havnarlagið
skipini sum liggja á dokk
við fleiri monnum undir sær
tungir dyppa penslarnar
niður í reyða máling
og syrgja ein elskara
sum Akilles
meðan hann lá í ørmunum
á sínum elskara Patroklus
ið var farin um sýn
olja er í luftini eg lukti tað
eg síggi fyri mær at eg renni
oman á bedingina
hjálpi til og vit øll mála ør
lata sveitta í málingina
vóna skútan livnar aftur
hesin reyði liturin úr
epoxyprimer sum forðar øllum
lítlum smáverum ið leita
eftir symbiosu at festa seg
katastrofuklár skal hon ?
Vit bæði
Vit bæði
liggja á Breiðagrasi
síggja ein hegra
sum flýgur móti Tindhólmi
tú tekur í
armin á mær
skrykkir meg upp
vilt suður aftur til Havnar
Uttan meg
Eg kenni á mær
at tær leingist burt
tá eg haldi um teg
eg síggi at
tú heldur andanum
eri bangin fyri at eg
eri fallin fyri at gráta
tá tú heldur um meg
upp á ein serligan máta
planleggur tú framtíðina uttan meg?
Tað tykist sum um
eg má gráta
fyri at fáa tað eg vil hava
hitan millum okkum
planleggur tú framtíðina uttan meg?